Hug at royna BJJ: Útfyll frymilin niðanfyri, og vit venda aftur til tín!
Takk fyri! Vit venda aftur til tín skjótast gjørligt.
Við at senda omanfyristandandi upplýsingar inn, játtar tú at móttaka teldupostar frá Hvítravni. Tínir upplýsingar vera ongantíð deildir. Um tú ynskir at taka tína játtan aftur, so skalt tú bert svara aftur við "Stop" til at stegða.
Vit vita, at tað kann vera torført at finna eina ítróttagrein at venja, og síðani at finna hvat felag at venja hjá. Hjá Hvítravni er okkara raðfesting at hjálpa tær og/ella tínum børnum at gerast betri útgávur av tykkum sjálvum.
Okkara venjarar eru her fyri at skilja tíni mál, og hjálpa tær at náa tey uppá ein stuttligan, gevandi og spennandi hátt, og í einum tryggum umhvørvið.
Brasilskt Jiu Jitsu (BJJ) er ein sjálvverju- og stríðsítróttur, sum ímun til aðrar stríðsítróttagreinar, er grundað á tættsitandi glíming, gólvstríðsførleikar og undirgeving. Í mun til aðrar ítróttagreinar, so eru bæði heili og kroppur eins virkin, tá man venur BJJ. Tú vilt eisini læra, hvussu tú skal fyrihalda teg til størri mótstøðufólk.
Lær sjálvverju, bygg sjálvsálit og kom í form! Brasilskt Jiu Jitsu hevur hópin av kropsligum, sálarligum og sosialum fyrimunum, sum hóska til ein og hvønn. Blív partur av onkrum positivum, og lær nýggjar førleikar. Tað er lætt at byrja - melda teg til BJJ undirvísing í dag!
Gongur tú og hugsar um at byrjað til Brasilskt Jiu Jitsu, so er okkara intro BJJ lið júst nakað fyri teg. Á hesum liðnum fært tú vitan um grundleggjandi hugtøk, positiónir, escapes, sweeps, submissions og tey ymsu rørslu-mynstrini vit brúka í BJJ.
Um tú hevur verið ígjøgnum Intro skeiðið, ella hevur vant annan stríðsítrótt, so er vanliga BJJ liði júst til tín. Á hesum liðnum læra vit aðrar teknikkir, sum er fyri tey, sum hava grundleggjandi vitan um Brasilskt Jiu Jitsu.
Ivast tú í, hvat tú skalt gera, um tú verður útsett fyri harðskapið ella verri? So er hetta skeiði júst til tín. Á skeiðnum læra vit um sjálvverju, har fokus er á teimum mest vanligu og farligu hóttanum mótvegis kvinnum - bæði sálarligar og fysiskar.
Hjá Hvítravnur skilja vit týdningin av familjutíð og samveru. Tí hava vit eina serliga venjing fyri foreldur og børn, sum tekur støði í brasilskum Jiu Jitsu. Hendan venjing er merkt av spæli, har børnini hugna sær, men samstundis læra grund BJJ teknikkir.
Víðkað BJJ liði er ætlað íðkarum, sum vant BJJ eina tíð, og sum minimum hava bláa belti. Teknikkir, ið verað undirvístir á hesum liðnum, krevja at man hevur eina ávísa vitan um BJJ, fyri at megna at fylgja við.
Her síggjast mest vanligu spurningarnir, ið vit hoyra, tá spurt verður um Brasilskt Jiu Jitsu!
Fanst tú ikki svarið?
Set teg í sambandNei, tað noyðist tú ikki. Vit bjóða venjing til nýbyrjarar, og fleiri af fólkunum sum læra BJJ hava ongar royndir áður at venja stríðsítrótt.
Absolut!. Tað er ein av heimsins mest effektivu sjálvverjuháttum, og tað er ofta valt, tí tað lærir ein at nýta sína kropsvekt til at vinna á størri mótstøðufólkum.
Íðkarar eru vanliga í GI (tvístykki plagg, sum kamsport-íðkarar brúka). Tað er eisini vanligt, at summir íðkarar ynskja at brúka munnverju. Tað er eitt gott hugskot at hava ítróttband eisini.
Tað kann, serliga um tú sameinir BJJ venjing við einum heilsugóðum kosti og lívsstíli. JJ gevur eina góða, fullkropsvenjing, sum brennur kaloriur, byggir musklar og økir um stoffskiftið.
Nei, byrjanarvenjing leggur dent á at undirvísa í grundleggjani teknikki og trygd, og tú kanst so arbeiða teg upp til stýrda sparring í venjing.
We look forward to seeing you soon!
Please let us know ahead of time if you are not able to make your scheduled time.
You are now on the waitlist. If a spot opens up we will notify you via Email.