Hvítravnur Brasilskt Jiu-Jitsu

Privatlívspolitikkur

[2. Januar 2025]

Dátuábyrgd hjá Hvítravnur Brasilskt Jiu Jitsu

Vit viðgera persónupplýsingar og hava tí samtykt hendan politikk, sum stutt fortelur tær, hvussu vit viðgera tínar persónupplýsingar.

Gjøgnumgangandi fyri okkara viðgerð er, at vit viðgera persónupplýsingar til ávís endamál og út frá lógligum áhugamálum. Vit viðgera einans persónupplýsingar, sum eru viðkomandi og neyðugar fyri at røkka ásettum endamálum, og vit strika tínar upplýsingar, tá tær ikki eru neyðugar longur. 


Kontaktupplýsingar hjá dátuábyrgdaranum

Hvítravnur Brasilskt Jiu Jitsu er dátuábyrgdari, og vit tryggja, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar í samsvari við lógina á økinum. Kontaktupplýsingar:

Kontaktpersónur: [Benjamin Deveci]

Bústaður: [Djúpagilsvegur 16]

V-tal: [671045]

Teldupostbústaður: [hvitravnur@hvitravnur.fo]

Heimasíða: [hvitravnur.fo]


Viðgerð av persónupplýsingum

Vit viðgera fylgjandi persónupplýsingar:

1) Limaupplýsingar: 

- Vanligar persónupplýsingar:

o Navn, kyn, bústað, tilmeldingardato, telefonnummar, føðidato, teldupostbústað, beltastøði og uppmøting


2) Upplýsingar um leiðarar og venjarar: 

- Vanligar persónupplýsingar: 

o Navn, bústað, telefonnummar og teldupostbústað

o Aðrar upplýsingar um álitispostar, aðrar leiklutir í mun til dátuábyrgdaran og peningastovnskontonummar

- Persónupplýsingar, sum krevja hægri vernd: 

o Upplýsingar um revsiverd viðurskifti


Her fáa vit upplýsingar frá

Vanliga fáa vit bert upplýsing frá tær. Í nøkrum førum kann talan vera um aðrar keldur:

Almennir myndugleikar, t.d. neyðugar skattaupplýsingar við útgjaldi av lønum

Smoothcomp (úrslit frá útlenskum kappingum)


Endamálið hjá felagnum við viðgerðini av tínum persónupplýsingum

Vit viðgera tínar persónupplýsingar til greið ásett endamál, tá vit hava eina lógliga heimild.

Lóglig heimild til at viðgera er serliga: 

At viðgerðin er neyðug fyri at fylgja einum heimilaðum áhugamáli hjá felagnum, har áhugamálini hjá skrásetta ikki ganga framum

At viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu við teg

Viðgerð sum fylgi av lógarkrøvum

Viðgerð við samtykki


Endamálini: 

1) Endamál við viðgerð av limaupplýsingum: 

Handfaring av limaskapi, undir hesum uppkrevjing av limagjøldum

Gjøgnumføring av ítróttartiltøkum

At liva upp til lógarkrøv

Veitan av vørum og tænastum, sum limirnar hava bílagt

Umsiting av limaskapi og relatiónini hjá limum yvir fyri dátuábyrgdaran


2) Endamál við viðgerð av upplýsingum um leiðarar og venjarar: 

Handfaring av uppgávum og skyldum hjá leiðarum og venjarum hjá dátuábyrgdaranum

Yvirlit yvir og betringar av royndum og førleikum, undir hesum skeiðsvirksemi

At liva upp til lógarkrøv

Umsiting av relatiónini hjá leiðarum og venjarum mótvegis dátuábyrgdarum

Vit viðgera bara persónupplýsingar út frá lógligum áhugamálum

Í teimum førum vit viðgera tínar limaupplýsingar við støði í eini vigan av áhugamálum hjá okkum sett upp ímóti áhugamálum hjá tær sum skrásetta, vil viðgerðin einans vera motiverað av lógligum áhugamálum sum t.d.:

Útinnan av ítróttaraktivitetum, undir hesum liðuppstillingar, innanhýsis listar av úrslitum osv. 

Handfaring av tínum rættindum sum limur í felagnum

Innkrevjing av limagjaldi

Fyriskipan av sosialum tiltøkum í felagnum

Brúk av støðumyndum tiknar í felagnum í sambandi við ítrótt ella sosialan aktivitet í felagnum

Vit atliti til kontaktmøguleikar kunnu tað fyri børn og ung undir 18 ár eisini viðgerast upplýsingar um foreldrini

Samtykki

Oftast vil okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum vera grundað á aðra heimild enn samtykki. Vit innheinta tí bert títt samtykki, tá tað er neyðugt fyri at viðgera tínar persónupplýsingar til tey endamál, sum eru lýst niðanfyri. 

Um vit innheinta samtykki frá tær, er tað sjálvboðið, hvørt tú vilt geva okkum hetta, og tú kanst til eina og hvørja tíð trekkja títt samtykki aftur við at geva okkum boð um hetta. 

Tá vit innheinta persónupplýsingar um børn og ung, gera vit eina meting av, um barnið sjálvt er ført fyri at geva neyðugu upplýsingarnar. Um ikki, so innheinta vit samtykki frá einum foreldri. Okkara aldursmark fyri hesum er í  útgangsstøðinum 15 ár. 

Víðarilatan av tínum persónupplýsingum

Í sambandi við ítróttaraktivitet lata vit upplýsingar víðari um luttøku og úrslit til viðkomandi ítróttafelagsskapir. 

Víðarilatan av upplýsingum um leiðarar og venjarar fer í viðkomandi vavi fram til ítróttafelagsskapir, sum felagið er limur í.  

(T.d: Viðkomandi upplýsingar um leiðarar og venjarar kunnu verða latnar víðari til ítróttafelagsskapir, sum felagið er limur í)

Vit geva ikki persónupplýsingar víðari til fyritøkur til marknaðarføring uttan títt samtykki. 


Goymsla og strikan av tínum persónupplýsingum

Vit hava ymisk viðgerðarendamál og goymslutíðir alt eftir, um vit viðgera tínar persónupplýsingar sum lim í felagnum, sum sjálvboðin leiðari ella venjara.  

Limir:

Vit ynskja at goyma tínar persónupplýsingar í eitt tíðarskeið frá tí, at limaskapurin heldur uppat og av hesum orsøkum:

Av praktiskum og umsitingarligum áðum goyma vit tínar vanligu upplýsingar í upp til 3 ár eftir kalendaraárið fyri tína útmelding av felagnum

Óløntir leiðarar og venjarar: 

Vi ynskja at goyma tínar persónupplýsingar í eitt tíðarskeið, frá tú steðgar við tínum virksemi í felagnum av hesum orsøkum:

Av praktiskum og umsitingarligum atlitum goyma vit tínar vanligu limaupplýsingar í upp til 1 ár eftir, at títt virksemi í felagnum er hildið uppat

Vit goyma tó upplýsingar um bæði limir, leiðarar og venjarar til hagtøl og líknandi, so leingi tey hava eitt søguligt virði.

Tíni rættindi

Tú hevur eina røð av rættindum sambært lóggávuni, tá vit viðgera persónupplýsingar um teg:

Rætturin til at verða kunnaður um viðgerðina av tínum upplýsingum

Rætturin til innlit í egnar upplýsingar

Rætturin at fáa skeivar upplýsingar rættaðar 

Rætturin at fáa upplýsingar strikaðar

Rætturin til avmarkaða viðgerð

Rætturin til dataflutning

Rætturin at mótmæla

Tú kanst gera brúk av tínum rættindum við at venda tær til okkum. Sí kontaktupplýsingar ovast. 

Tú kanst eisini altíð klaga um viðgerðina til Dátueftirlitið. 


Endurskoðan av privatlívspolitikkinum 

Vit taka okkum rættin til at gera broytingar í hesum politikki, tá vit meta tað neyðugt. Í sambandi við broytingar vil dagfestingin ovast á skjalinum verða broytt. Tann til eina og hvørja tíð galdandi privatlívspolitikkur í felagnum verður at finna á heimasíðu felagsins. Við týðandi broytingum fáa limir og aðrir persónar í felagnum beinleiðis boð.