Tú umbođar felagiđ!
Tað sum verður lært á máttunum má/skal bert brúkast á máttunum, og IKKI uttanfyri venjing.
Ongar skógvar
Ongar skógvar ella annað fótarí á máttuni. Tak skógvarnar av og set teir við dyrnar, tá tú kemur inn, og skift til sandalur.
Ver til reiðar
Ver í venjingarklæðum og klár/ur at venja, tá ið liðið byrjar. Møt 15 minuttir áðrenn venjingin byrjar, so tú hevur tíð at skifta, drekka vatn og klistra fingrarnar inn.
Rein klæði
Ven í reinum venjingarklæðum og vaska útgerðina eftir hvørja venjing. Venjingarklæðini skulu bert brúkast eina ferð, síðani skulu tey vaskast.
Gott reinføri
Halt gott persónligt reinføri, tað er eitt krav frá tínum venjingarfelagiđ.
Sjúka
Um tú ert sjúk/ur, ver heima. Tað er ongin orsøk at smitta onnur!
Tínar negl
Halt negl á hondum og fótum stuttklipptar.
Rudda upp
Halt felagið reint og ruddiligt. Tape leivdir og plástur skulu í ruskspannina, ikki liggja á máttuni.
Vís virðing
Vís virðing fyri tær sjálvum við at vísa virðing fyri tínum venjingarfelagiđ.
Passa uppá teg sjálvan og hini
Passa uppá teg sjálvan og tín venjingarmakkara undir sparring. Ver serliga ansin, tá munur er í vekt og styrki.
Eingin munur á kyni
Øll skulu kunna venja saman, uttan mun á kyni.
Verður tú illa fyri
Um tú fært skaða ella verður illa fyri undir venjing, skalt tú boða venjarunum frá, soleiðis at hann kann taka hædd fyri tí.
Vit takka fyri venjing
Í line-up eftir venjing, geva vit øllum á liðnum hondina og siga takk fyri venjing.
Vinarliga
Hvítravnur Brasilskt Jiu Jitsu