Hvítravnur Brasilskt Jiu-Jitsu

Sjálvverju skeið til kvinnur


Sjálvverja til kvinnur byggir á eina sjálvverjuskipan sum verður brúkt runt heimin av kvinnum. Tað serstakað við hesum sjálvverju skeiðnum er, at tað byggir á teknikkir frá brasilskum Jiu-Jitsu (BJJ). Til hetta 20-tímars skeiði fara vit at læra teg at niðurarbeiða tey 20 vanligastu álopini, alt frá at vera tikin í hárið til at verða hildin niðri á jørðini av einum vápnaðum álopsmanni. Hvør venjing tekur ein tíma, og verður undirvíst í tveimum teknikkum. Skeiði verður skipað fyri tvær ferðir um árið, eitt nú í septembur og februar, og kunnu øll luttaka uttan mun til nakrar royndir frammanundan. 

Ímun til onnur sjálvverju skeið, sum eru nógv tengd av styrki, ferð og samskipan, byggir okkara sjálvverju skeið uppá balansufyrimun, teknikk og timing, so øll, uttan mun til aldur ella kropsligar førleikar, kunnu verja seg ímóti størri álopsmonnum. Tá tú hevur gjøgnumført skeiði, ert tú til reiðar at verja teg sjálva til eina og hvørja tíð.

Brasilska Jiu-jitsu er tann perfekta sjálvverjuhátturin hjá kvinnum, men bert um hon verður undirvíst rætt. Um tú ikki ert vís í, um tú skalt læra BJJ av ótta fyri skaða, vanvirðing ella aðrari orsøk, so er sjálvverju skeiði perfekt til tín! Um tú hevur roynt BJJ aðrastaðnis og havt eina neiliga uppliving, so gev sjálvverju skeiðnum ein møguleika, og vit tryggja tær, at tað fær teg aftur til mátturnar.

20 Alneyðugir verjuháttir
Løgreglan og tey, sum yvirliva kynsligan ágang, hava hjálpt BJJ sjálvverju skeiðum at finna tey 20 vanligastu álopsstrategiirnar, sum ein mannligur álopsmaður sannlíkt brúkar á eina kvinnu. Frá hár-tøkum og kvalaratøkum, til risakroyst og vápnaverju, ja sjálvverju skeiði fevnir um alt.

Valdshugburðurin
Handan kropsligu teknikkirnar styrkir sjálvverju skeiði eisini tilvitanarreglur, váðametingar og munnligar og sálarligar strategiir, sum ein kvinna kann brúka til at seta trygg mørk við onnur – sjálvt um gerningsmaðurin er onkur, sum hon kennir. Í kjarnuni í hesum hugburði er trúgvin á, at vit eru verdar at verja!

Annað
Fyri at tryggja at øll fáa eina jaliga uppliving, er eitt aldursmark á 15 ár sett til hetta skeiði. 

Tá skeiðið er liðugt og gjøgnumført tað, hevur tú møguleika at ogna tær eina sergjørda t-shirt, sum bert kvinnur, sum hava verið gjøgnum skeiði kunnu fáa. 

Melda til